22.04.2020

Ársfrágreiðing fyri 2019

Kærustovnurin hevur nú gjørt ársfrágreiðing fyri 2019.

Í hesari sæst m.a. at fleiri mál eru innkomin og fleiri mál eru avgreidd í 2019 í mun til undanfarna ár. Tilsamans 372 nýggj mál vórðu móttikin hetta árið og tilsamans 498 vórðu avgreidd. 

Hóast økingina í avgreiðsluni av málum, verða miðal viðgerðartíðirnar sum heild mettar at vera nøktandi, tó at tær liggja frá 6 døgum til 6½ mánaða og sostatt eru sera ymiskar.

Orsøkin til ymisku viðgerðartíðirnar er, at málini, sum Kærustovnurin viðgerð, eru ógvuliga ymisk.

Summi mál eru bráðfeingismál, sum krevja serliga skjóta viðgerð og ofta eru krøvini til skjótu viðgerðina lógarfest, t.d. í sambandi við kærur um tvingsil innan psykiatriina og ávís vinnukærumál.

Mannagongdirnar á Føroya Kærustovni endurspegla sjálvsagt hesa raðfesting soleiðis, at summi mál mugu bíða, meðan bráðfeingismál verða raðfest framum. Eisini eru summi mál, ið bæði tola og krevja drúgva kæruviðgerð, tá málini skulu upplýsast til fulnar, partar og myndugleikar hoyrast og málini skulu kannast gjølla løgfrøðiliga.

Eitt dømi, har serliga stutt viðgerðarfreist er ein trupulleiki, er at finna í kappingarlógini. Sambært § 27, stk. 5 í løgtingslóg nr. 35 frá 3. mai 2007 um kapping, skal  Vinnukærunevndin taka avgerð í málinum í seinasta lagi seks vikur eftir, at málið er lagt fyri hana. Hesi kærumál eru ofta torgreidd og umfatandi og tá hædd skal takast fyri hoyring er trupult, fyri ikki at siga ómøguligt at halda hesa freist. Tað sæst ikki í viðmerkingunum, hví henda tíðarfreist er sett inn og danska kappingarlógin, sum í stóran mun samsvarar okkara, hevur ikki hesa tíðaráseting. Ofta hevur Kappingareftirlitið eisini arbeitt við málunum í langa tíð og tað er tí óskiljandi, at málini skulu skundast ígjøgnum eina kæruviðgerð.

Vinnukærunevndin hevur ikki viðgjørt nógv mál um kapping, síðan hon varð sett á stovn í 2008. Men hvørja ferð eitt slíkt mál kemur um dyrnar, ger Kærustovnurin alt fyri at skunda hetta ígjøgnum. Onnur mál verða sett til síðis, partarnir fáa stuttar freistir og Kærustovnurin byrjar fyrireikingina av málunum, áðrenn tað er fult upplýst. Hetta órógvar ikki bara annað arbeiði á stovninum, men vandi kann vera fyri, at feilir verða gjørdir og at kæruviðgerðin ikki verður nøktandi, tá slík ferð skal vera á málsviðgerðini.

Kærustovnurin hevur tí heitt á Vinnumálaráðið um at fáa broytt kappingarlógina soleiðis, at henda freist verður strikað.

Kærustovnurin hevur eisini mælt til, at kærugongdin á skatta­ og avgjaldsøkinum verður endurskoðað soleiðis, at hon verður einfaldari, til fyrimunar fyri bæði borgarar og myndugleikar.

Til ber at lesa meira um hetta í ársfrágreiðingini sum sæst her.