04.05.2022

Ársfrágreiðingin fyri 2021

Ársfrágreiðingin hjá Kærustovninum fyri 2021 er nú at síggja á heimasíðuni. 

Í stuttum kann sigast, at bæði innkomin og avgreidd mál eru á nakað sama støði sum bæði undanfarna árini. 370 mál eru innkomin og 366 eru avgreidd. 

Vert er at leggja til merkis, at nýggja Tvingsilsnevndin bert hevur móttikið 14
tilmæli og er hetta nógv færri enn roknað varð við, tá nevndin varð stovnsett og verður væntað, at virksemið hjá hesari nevnd verður økt munandi komandi árið

Miðal viðgerðartíðirnar vera annars mettar at vera góðar og eru styttar á fleiri økjum í mun til undanfarna ár. 

Ársfrágreiðingin í síni heild kann lesast her