29.04.2025

Ársfrágreiðingin fyri 2024 er tøk á heimasíðuni

Í ársfrágreiðingini verður greitt frá virkseminum á Kærustovninum hetta árið. Millum annað sæst, at virksemi hetta árið hevur verið sera høgt. 

Heili 455 mál eru innkomin hetta árið og 445 mál eru avgreidd.

Hetta er væl hægri enn undanfarnu nógvu árini. Vit skulu heilt aftur til 2015 fyri at finna hægri tal av innkomnum málum og aftur til 2016 fyri at finna hægri tal av avgreiddum málum. 

Samstundis kann sigast, at út við helvtin av teimum avgreiddu málinum í 2024, vóru 
avgreidd innan fyri ein mánaða.

Hin helvtin av málunum hevur ikki eins stutta viðgerðartíð. Tó mugu miðal viðgerðartíðirnar sigast at vera góðar á flestu økjum hetta árið, hóast tær liggja frá 6 døgum til 8½ mánaða og sostatt eru ógvuliga ymiskar.

Ársfrágreiðingin í síni heild kann lesast her

()