07.04.2026

Ársfrágreiðingin fyri 2025 er nú tøk á heimasíðuni

Í frágreiðingini ber til at kunna seg um virksemi, sum hevur verið á Kærustovninum í 2025.

Frágreiðingin vísir, at talan er um enn eitt ár við sera nógvum innkomnum og avgreiddum málum. Heili 441 mál vóru móttikin og 440 avgreidd.

Eisini sæst, at viðgerðartíðirnar yvirskipað eru góðar og at helvtin av málunum, eins og undanfarna ár, eru avgreidd innan fyri ein mánaða.

Somuleiðis kann staðfestast, at raðfestingin at avgreiða øll mál, sum vóru innkomin áðrenn 2025, bar á mál. Tí hevur Kærustovnurin nú bert mál til viðgerar, sum eru innkomin í 2025 og seinni. 

Um innkomnu málini kann takast fram, at óvanliga nógvar kærur vóru um psykiatrisk sjúklingamál í 2025. Heili 25 kærur vóru móttiknar á hesum øki hetta árið og er hetta tað hægsta talið av kærum um psykiatrisk sjúklingamál, síðan Kærustovnurin byrjaði at viðgera hesar kærur í 2009.

Árið 2025 var eisini fyrstu ferð, at Kærustovnurin varð settur við 5 løgfrøðingum at avgreiða eitt mál. Talan var um eitt skatta- og avgjaldsmál, sum varð mett at vera serliga meginregluligt og tí vóru fimm løgfrøðingar við í viðgerðini.

Annars kann sigast, at heimasíðan hjá Kærustovninum hetta árið er gjørd meiri atkomulig og finst nú eisini í enskari útgávu, so til ber hjá teimum, sum ikki eru so køn í føroyska málinum, at kunna seg um málsøkini og virksemi á stovninum.

Somuleiðis ber til hjá sjónveikum, orðblindum og øðrum at kunna seg á heimasíðuni, nú Kærustovnurin eisini hevur sett í verk upplestur á síðuni.

Ársfrágreiðingin í síni heild kann lesast her

 

 

()