04.11.2026

Hevur tú hug at gerast sjúklingaráðgevi?

Sambært psykiatrilógini skulu sjúklingaráðgevar tilnevnast í øllum førum, tá talan er um tvingsil á Psykiatriska Deplinum.

Talan er ikki um fulltíðarstarv, men um at tú verður góðkendur sum sjúklingaráðgevi og tilnevndur, tá tørvur er á hesum.

Uppgávur

Uppgávan hjá tær sum sjúklingaráðgevi er at vegleiða sjúklingin og geva honum ráð í øllum viðurskiftum í sambandi við innlegging, uppihald og viðgerð á psykiatrisku deild. Tú skalt somuleiðis hjálpa sjúklinginum at seta í verk og gjøgnumføra møguligar kærur, og vera hjástaddur, tá kæran verður viðgjørd.

Førleiki

Serlig útbúgvingarkrøv eru ikki til at gerast sjúklingaráðgevi, men ynskiligt er, at tú ert rúmligur, tolin og dugir at bera fram sjónarmiðini hjá sjúklinginum, samstundis sum tú megnar at varðveita eina professionella frástøðu.

Løn- og setanartreytir

Føroya Kærustovnur finnur fram til og góðkennir sjúklingaráðgevar og kunnar hesar um psykiatrilógina og uppgávurnar. Kærustovnurin sendir síðan eitt yvirlit yvir góðkendu sjúklingaráðgevarnar til Psykiatriska Depilin.

Psykiatriski Depilin tilnevnir sjúklingaráðgevarnar í hvørjum einstøkum føri og lønar eisini ráðgevunum. Samsýningin er ásett í kunngerð nr. 132 frá 5. oktober 2009 um sjúklingaráðgevar.

Umsókn

Freistin at søkja er 18. november 2026. Umsóknir við prógvum, C.V. og møguligum viðmælum skulu sendast til:

 

Føroya Kærustovnur

undir Hornabakka

Postboks 45 

110 Tórshavn 

 

Møguleiki er eisini at senda umsókn umvegis teldupost á: 

 

fks@fks.fo

 

Áhugaði eru vælkomin at seta seg í samband við Duritu Markná, løgfrøðing á tlf. 320585 fyri at frætta nærri.