25.09.2024

Lestrarstarv á Føroya Kærustovni

Ert tú løgfrøðilesandi og hevur áhuga í, hvørjar nýggjar avgerðir verða tiknar um bygging, fyritíðarpensjón ella kanska lestrarstuðul, so er tað kanska tær vit sóknast eftir?

Arbeiðsuppgávur

Føroya Kærustovnur hevur avgerðarsavn, har tær nýggjastu avgerðirnar hjá stovninum verða savnaðar. Her finnur tú avgerðir innan skattamál, vinnumál og fleiri onnur øki. Tín fremsta uppgáva er at gjøgnumganga tær avgerðir, sum verða tiknar á Kærustovninum og gera tær navnloyndar, so tær kunnu leggjast í avgerðarsavnið.

Um okkum

Føroya Kærustovnur er evsti kærumyndugleiki innan fyrisitingina í skattamálum, almannamálum, familjumálum, vinnumálum og fleiri øðrum málum. Føroya Kærustovnur tekur eisini avgerð um skuldarumskipan, tvingsil og barnavernd.

Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo

Um teg

  • Tú ert løgfrøðilesandi
  • Tú dugir væl at skriva føroyskt
  • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni.

Vit bjóða

  • Eitt lestrarstarv á leið 8 tímar um vikuna, sum kann leggjast til rættis eftir tínum lestri
  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.
  • Dugnaligir starvsfelagar
  • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum.
  • Eitt arbeiðspláss, har trivnaður verður raðfestur sera høgt.
  • Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag

Umsóknir

Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til

Føroya Kærustovn

Postrúm 45

110 Tórshavn

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 11. oktober 2024, kl. 12. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo

Setanin er frá 1. november 2024 ella eftir nærri avtalu.

Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585.

Um stovnin

Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmálaráðnum og tekur avgerð um kærur í almanna-, familju- og heilsumálum, skatta- og avgjaldsmálum, lestrarstuðulsmálum, lendismálum, vinnumálum, barsilskipanarmálum, psykiatrimálum, arbeiðsloysisskipanarmálum og náttúruverndarmálum. Kærustovnurin tekur eisini avgerð í málum um barnavernd, tvingsil og skuldarumskipan. Á stovninum starvast í løtuni fjúrtan fólk, stjórin, tíggju løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.