Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn
Í sambandi við broytt virksemi á Føroya Kærustovni, hava vit tørv á at styrkja um løgfrøðiliga hópin á stovninum og tí sóknast vit eftir løgfrøðingi at byrja 1. august 2022 ella eftir nærri avtalu.
Um okkum
Arbeiði á Kærustovninum fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum. Føroya Kærustovnur er í eini broytingartíð og er nú bæði avgerðarmyndugleiki innan ávís kæruøki og skrivstova hjá kærunevndum, umframt Høvuðsbarnaverndarnevndini, Skuldarumskipanarnevndini og Tvingsilsnevndini.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsøki er breitt, so møguleiki verður fyri at royna seg á ymsum økjum.
Um teg
- Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur.
- Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni.
- Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.
- Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.
Vit bjóða
-
Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.
-
Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagirnir eru dugnaligir.
-
Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.
-
Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum.
-
Eitt arbeiðspláss, har trivnaður verður raðfestur sera høgt.
-
Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.
Meiri at vita
Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585.
Umsóknir
Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til
Føroya Kærustovn
Postrúm 45
110 Tórshavn
og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 12.00 tann 20. apríl 2022. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo
Um stovnin
Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni og tekur avgerð um kærur í almanna-, familju- og heilsumálum, skatta- og avgjaldsmálum og lestrarstuðulsmálum. Harumframt fyrireikar stovnurin kærumál til Kærunevndina í Lendismálum, Vinnukærunevndina, Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Fjølmiðlanevndina, Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini. Afturat hesum er Kærustovnurin skrivstova hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini, Skuldarumskipanarnevndini og Tvingsilsnevndini. Á stovninum starvast í løtuni tólv fólk, stjórin, átta løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.