16.12.2020

Nýggj nevnd frá 1. januar 2021

Tann 1. januar 2021 kemur løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (tvingsilslógin) í gildi. Endamálið við lógini er m.a. at skipa heimildargrundarlagið fyri tvingsli og góðkenning av tvingsli, galdandi fyri starvsfólk og persónar, ið eru fevndir av løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og løgtingslóg um barnavernd.

Nýggja tvingsilslógin hevur við sær, at sett verður ein nevnd – Tvingsilsnevndin – sum skal taka avgerð um góðkenning av tvingsilsinntrivum og viðgera kærumál í sambandi við tvingsil. Føroya Kærustovnur verður skrivstova hjá Tvingsilsnevndini og kemur hetta væntandi at hava rímiliga stóra ávirkan á virksemið hjá Føroya Kærustovni framyvir.

Økið hjá Tvingsilsnevndini er víttfevnandi og nevndin skal sum nevnt bæði taka avgerðir um góðkenning av inntrivum og viðgera kærumál um inntriv. Inntrivini, ið eru fevnd av økinum hjá nevndini, eru bæði nógv og ymisk, og fevna tey m.a. um nýtslu av ávaringar- og peilingarskipanum, at halda persóni føstum í sambandi við reinføri, flyting uttan samtykki, forða fyri atgongd til internet, bert fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.

Afturat øllum hesum, so hevur Tvingsilsnevndin eisini ávísar uppgávur í sambandi við at føra yvirlit yvir avgerðir um góðkenning, móttiknar fráboðanir og frágreiðingar.

Tvingsilsnevndin er sett við einum føstum formanni, ið skal vera royndur løgfrøðingur, umframt fleiri serkønum limum, ið eru serkønir innan ymisk viðkomandi serøki. Vanliga tá nevndin tekur avgerð, luttaka formaðurin og tveir serkønir nevndarlimir, ið formaðurin velur.

Fleiri upplýsingar um Tvingsilsnevndina, yvirlit yvir valdu nevndarlimirnar, umframt viðkomandi oyðubløð o.a., eru at finna á síðuni hjá Tvingsilsnevndini her