17.02.2022

Tvey skrivstovustørv á Føroya Kærustovni eru leys at søkja

Nú tvey av okkara skrivstovufólkum fara frá vegna aldur, leita vit eftir dugnaligum starvsfólkum at taka við eftir hesi. Okkum tørvar ein deildarleiðara fyri skrivstovuhaldið hjá stovninum og eitt skrivstovufólk.

Arbeiðsuppgávur

Sum deildarleiðari kemur tú at hava ábyrgdina av skrivstovuni, av samskiftinum við borgarar og myndugleikar um innkomin mál og av móttøkuni. Tú kemur m.a. at hava ábyrgd av skráseting og skjalagoymsluni hjá stovninum, av samskiftinum við Gjaldstovuna og at tryggja rættleikan í roknskapinum hjá stovninum.

Sum skrivstovufólk verður tú ein partur av skrivstovutoyminum og kemur at standa fyri innheintan av upplýsingum og at hava samskifti við borgarar og myndugleikar um innkomin mál. Umframt at talan verður um alt vanligt skrivstovuarbeiði, herundir skráseting og rættlestur, kemur tú eisini at taka tær av fundarvirkseminum og at hava um hendi praktiskar uppgávur á stovninum.

Um teg

  • Tú hevur skrivstovuútbúgving ella aðra samsvarandi útbúgving.

  • Tú hevur góðan málkunnleika í føroyskum og royndir við rættlestri.

  • Tú hevur góðar roknskaparførleikar.

  • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlagni.

  • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á, og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.

  • Hevur tú góðan telduførleika og royndir við Skjalhaldi, er hetta ein fyrimunur.

  • Hevur tú royndir innan almenna fyrisiting, er hetta eisini ein fyrimunur.

Um okkum

Arbeiði á Kærustovninum fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum. Føroya Kærustovnur er í eini broytingartíð og er nú bæði avgerðarmyndugleiki innan ávís kæruøki og skrivstova hjá kærunevndum, umframt Høvuðsbarnaverndarnevndini, Skuldarumskipanarnevndini og Tvingsilsnevndini.

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum.

  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar.

  • Møguleika fyri fakligari menning.

  • Eitt arbeiðspláss, har trivnaður verður raðfestur sera høgt.

Lønar- og setanartreytir

Deildarleiðarastarvið verður lønt í flokki VI sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Talan er um fulltíðarstarv og miðað verður eftir setan 1. mai 2022.

Skrivstovustarvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Talan er um fulltíðarstarv og miðað verður eftir setan 1. juni 2022.

Meiri at vita

Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra, á tlf. 280585.

Umsókn

Umsóknir við prógvum, lívsrensli og møguligum viðmælum skulu sendast til:

Føroya Kærustovnur

Postrúm 45

110 Tórshavn

og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. mars 2022. Møguligt er eisini at senda umsóknina umvegis teldupost til ah@fks.fo

Um stovnin

Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni og tekur avgerð um kærur í almanna-, familju- og heilsumálum, skatta- og avgjaldsmálum og lestrarstuðulsmálum. Harumframt fyrireikar stovnurin kærumál til Kærunevndina í Lendismálum, Vinnukærunevndina, Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Fjølmiðlanevndina, Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini. Afturat hesum er Kærustovnurin skrivstova hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini, Skuldarumskipanarnevndini og Tvingsilsnevndini. Á stovninum starvast í løtuni 11 fólk, stjórin, sjey løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.