Um okkum
Føroya Kærustovnur varð settur á stovn í 1998 og er Føroya Kærustovnur óheftur stovnur undir Løgmansskrivstovuni.
Føroya Kærustovnur er nógv broyttur síðani hann varð settur á stovn. Fleiri kærunevndir eru lagdar til stovnin, umframt at aðrar nevndir, sum ikki viðgera kærur, eru lagdar til stovnin. Málsøkið, ið kærunevndirnar og nevndirnar umsita er sera víttfevnandi og eru hesar nevndir í nógvar mátar sera ymiskar.
Í 2019 varð arbeiðsbólkur settur av Løgmanni at eftirmeta virksemið og skipanina hjá Kærustovninum, og fáa eitt tilmæli um møguligar broytingar og tillagingar, so stovnurin fór at hóska betur til tað samfelag og tann fyrisitingarbygnað, sum er í dag.
Arbeiðsbólkurin lat Løgmanni álit og tilmæli tann 16. oktober 2020. Arbeiðsbólkurin mælti til, at Kærustovnurin varð umskipaður og at Kærustovnurin fór frá eini skipan, har øll mál skulu fyrireikast at leggja fyri nevndir, til eina skipan, har avgerðirnar verða tiknar av Kærustovninum.
Tann 23. november 2021 samtykti Løgtingið løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn.
Í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2022 til 1. januar 2024 fer Føroya Kærustovnur at vera í eini skiftistíð, og verða kærunevndir í hesum tíðarskeiðinum tiknar av og virkisøkið teirra flutt til Føroya Kærustovn.
Føroya Kærustovnur fer frá at vera skrivstova hjá kærunevndum, ið viðgera avgerðir hjá almennum myndugleikum, til at vera ein sjálvstøðugur kærumyndugleiki fyri fyrisitingarligar avgerðir, tá tað er ásett í løgtingslóg ella við heimild í løgtingslóg. Harumframt fer Føroya Kærustovnur at taka avgerðir í málum, tá ið tað er ásett í løgtingslóg.
Hóast kærunevndirnar verða avtiknar, verður kollegiala skipanin varðveitt, soleiðis at tað altíð eru minst trý fólk við undir málsviðgerðini hjá Kærustovninum. Eisini verða serkønir ráðgevar knýttir at Føroya Kærustovni og fær Føroya Kærustovnur sær neyðuga serkøna ráðgeving, sum verður tikin við í viðgerðini eftir tørvi. Í ávísum málum taka tey serkønu altíð avgerð saman við Føroya Kærustovni.
Føroya Kærustovnur í skiftistíðini
Í tíðarskeiðinum frá 1. januar 2022 til 1. januar 2024 verða kærunevndirnar tiknar av sambært § 16 í løgtingslóg um Føroya Kærustovn
§ 16 Tann 1. januar 2022 verða hesar kærunevndir tiknar av og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn:
1) Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum
2) Skatta- og avgjaldskærunevndin.
3) Kærunevndin hjá Studna.
Stk. 2. Tann 1. juli 2022 verða hesar nevndir og kærunevndir tiknar av og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn:
1) Kærunevndin í lendismálum.
2) Vinnukærunevndin.
3) Skuldarumskipanarnevndin.
Stk. 3. Tann 1. januar 2023 verða hesar kærunevndir tiknar av og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn:
1) Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini, ALS.
2) Kærunevndin hjá Barsilsskipanini.
Stk. 4. Tann 1. juli 2023 verða hesar nevndir og kærunevndir tiknar av og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn:
1) Høvuðsbarnaverndarnevndin.
2) Psykiatriska sjúklingakærunevndin.
Stk. 5. Tann 1. januar 2024 verður Tvingsilsnevndin tikin av og virkisøkið flutt til Føroya Kærustovn.
Inntil allar kærunevndir og nevndir sambært § 16 eru tiknar av, virkar Føroya Kærustovnur í skiftistíðarskeiðnum fram til 1. januar 2024 sum skrivstova hjá hesum kærunevndum og nevndum.