Tvingsilsmál
Føroya Kærustovnur hevur víttfevnandi málsøki á tvingsilsøkinum, ið fevnir um bæði nógv og ymisk mál. Føroya Kærustovnur tekur bæði støðu til, um tilmæli um tvingsilsinntriv frá kommunum og Almannaverkinum kunnu góðkennast, samstundis sum Føroya Kærustovnur eisini viðger kærur um framd tvingsilsinntriv og ávísar avgerðir hjá myndugleikunum.
Føroya Kærustovnur viðger tilmæli um:
- Flyting uttan samtykki
- Ávaringar- og peilingarskipan
- Serlig upplatingarskipan til úthurð
- Halda persóni aftur og føra hann aftur
- Halda persóni føtum í sambandi við reinføri o.a.
- Nýtslu av hjálparráði
- Forða fyri atgongd til og eftirlit við nýtslu av internet og telefon
- Kanning av býli og ognarlutum
- Leggja hald á ognarlutir
- Læsa býli um náttina
Viðkomandi viðurskifti
Ítøkilig krøv um, hvussu tilmæli, ið vera løgd fyri Føroya Kærustovn, skulu síggja út, eru ásett í § 24 í tvingsilslógini. Oyðubløð kunnu heintast her á síðuni, ið eru framleidd við m.ø. krøvunum í § 24 í tvingsilslógini í huga. Mælt verður myndugleikum til at nýta hesi oyðubløð, tá ið tilmæli vera løgd fyri Føroya Kærustovn til støðutakan, soleiðis at viðgerðin á Føroya Kærustovni verður góð, skjót og eins.
Einki krav er um, hvussu ein kæra til Føroya Kærustovn skal síggja út. Kærast kann bæði skrivliga og munnliga. Kæruskjal kann heintast her á síðuni, men tað er ikki krav at brúka hetta skjalið.
Vanliga er ein 4 vikur freist at leggja kærumál fyri Føroya Kærustovn, frá tí at inntrivið er framt ella avgerðin er tikin. Er talan um inntriv, sum er framt eftir góðkendum tilmæli, kann hetta í gildistíðini leggjast fyri Føroya Kærustovn av nýggjum, um mett verður, at inntrivið ikki longur lýkur treytirnar. Føroya Kærustovnur kann víkja frá kærufreistum, um serligar orsakir eru til tess.
Tað er týdningarmikið, at myndugleikar, leiðsla og starvsfólk eru varug við týðandi leiklut teirra og geva teimum, ið kunnu kæra eitt inntriv ella eina avgerð, rætta kæruvegleiðing skjótast gjørligt soleiðis, at persónurin sjálvur, avvarðandi ella umboð hjá persóninum, kunnu kæra inntrivið ella avgerðina til Føroya Kærustovn.
Ymiskt er, hvussu ásetingarnar eru um, hvussu skjótt Føroya Kærustovnur skal taka avgerðir. Í teimum flestu málunum, skal avgerð takast í seinasta lagi 14 ella 30 dagar eftir, at tilmæli ella kæra er móttikin. Undir øllum umstøðum, so verður altíð miðja eftir, at Føroya Kærustovnur tekur avgerðir skjótast gjørligt.
Eru ivamál ella spurningar viðvíkjandi tvingsilsøkinum ella Føroya Kærustovni, so vegleiðir Føroya Kærustovnur fegin.
Lógargrundarlag
Reglurnar fyri Tvingsilsøkið eru at finna í Løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin og Løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur
Reglurnar fyri Føroya Kærustovn eru at finna í Løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn
Føroya Kærustovnur
Í tvingsilsmálum, verður Føroya Kærustovnur vanliga settur við stjóranum og tveimum løgfrøðingum. Vanliga tekur ein viðkomandi serkønur avgerð í tvingsilsmálum saman við Føroya Kærustovni.
Serkøn í tvingsilsmálum eru vanliga sálarfrøðingur, sjúkrarøktarfrøðingur, námsfrøðingur, serlækni í psykiatri ella heilsurøktari. Yvirlit yvir serkøn er at finna á heimasíðuna hjá Føroya Kærustovni.
Samband
Tilmæli og kærur til Føroya Kærustovn skulu sendast til:
Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til: fks@fks.fo
- Flyting uttan samtykki
- Inntriv móti persóni, sum er fevndur av § 49 í lóg um almannatrygd og tænastur (persónar við dómi)
- Inntriv móti persóni undir 18 ár sambært §§ 15 og 17 í lóg um tvingsil
- Inntriv sambært §§ 8 til 12 í lóg um tvingsil
- Um tryggjaða búfyriskipan sambært § 51 í lóg um almannatrygd og tænastur
- Kæruskjal - Tvingsilsmál
- Áður góðkent inntriv