Almanna-, familju-  og heilsumál

Føroya Kærustovnur viðger kærur innan almanna-, familju og heilsumál. Hetta er sera eitt víttfevnandi málsøki, ið fevnir um nógv ymisk sløg av málum, sum t.d. avgerðir hjá Almannaverkinum um veitingar og tænastur, avgerðir hjá Heilsutrygd um heilsutrygdargjald og avgerðir hjá Familjufyrisitingini um m.a. barnagjald og samveru – bert fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.

Í almanna-, familju og heilsumálum viðger Føroya Kærustovnur kærur um:

  • Avgerðir hjá Almannaverkinum – t.d. um veitingar og tænastur
  • Avgerðir hjá Sjúkrahúsverkinum, sum ikki eru um heilsufakligt virksemi – t.d. um fylgjara í.s.v. sjúkuviðgerð uttanlands
  • Avgerðir hjá kommunustýrum um barna- og ungdómstannrøkt
  • Avgerðir hjá Heilsutrygd og tilskotsnevndini eftir lóg um almenna heilsutrygd
  • Avgerðir hjá kommunum eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. og ávísar avgerðir eftir barnaverndarlógini
  • Ávísar avgerðir hjá Familjufyrisitingini – t.d. um barnagjald og samveru

Viðkomandi viðurskifti

Ein kæra til Kærustovnin skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Týdningarmikið er, at kærda avgerðin og onnur viðkomandi skjøl verða latin Kærustovninum. Tað er eisini umráðandi at nevna, at kærufreistin vanliga er 4 vikur eftir, at avgerðin frá myndugleikanum er móttikin. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru.

Tað er ókeypis at kæra almanna-, familju- og heilsumál til Føroya Kærustovn. Miðað verður altíð móti at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann at áleið 5 mánaðir ganga, áðrenn málið er fult upplýst og klárt til støðutakan. Sum kærari verður tú líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.

Eru spurningar ella ivamál um, hvørt kærast kann til Føroya Kærustovn í einum almanna-, familju og heilsumáli ella annað hesum viðvíkjandi, so kanst tú seta teg í samband við Føroya Kærustovn, ið fegin vegleiðir og svarar fyrispurningum.

Lógargrundarlag

Reglurnar fyri virkseminum hjá Føroya Kærustovni eru ásettar í løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og í kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn

Føroya Kærustovnur

Í almanna-, familju- og heilsumálum verður Føroya Kærustovnur vanliga settur við stjóranum og tveimum løgfrøðingum. Føroya Kærustovnur kann leita sær ráðgeving frá serkønum persóni í sambandi við fyrireikanina av málinum. Harumframt er eisini møguleiki fyri at Føroya Kærustovnur verður settur við luttøku av serkønum persóni ella persónum.

Serkøn ráðgeving í almanna-, familju- og heilsumálum verður vanliga veitt av persóni, sum er lækni, tannlækni, sosialráðgevi, barnaserkønur, ella sálarfrøðingur. 

Samband

Kærur til Føroya Kærustovn skulu sendast til:

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo