Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini
Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini viðger kærur um avgerðir, ið Arbeiðsloysisskipanin tekur við heimild í ALS-lógini. Talan kann t.d. vera um avgerðir hjá Arbeiðsloysisskipanini viðvíkjandi afturgjaldi av ov nógv útgoldnum arbeiðsloysisstuðli, avgerðir um karantenu í Arbeiðsloysisskipanini, avgerðir í sambandi við feriu í Arbeiðsloysisskipanini ella aðrar avgerðir hjá Arbeiðsloysisskipanini tiknar við heimild í ALS-lógini.
Harumframt viðger kærunevndin kærur um avgerðir, sum TAKS tekur við heimild í lógini um Barsilsskipan. Talan kann t.d. vera um avgerðir hjá TAKS viðvíkjandi útgjaldi úr Barsilsskipanini, avgerðir um útrokningargrundarlagið á barsilsgjaldinum, avgerðir um frítøku at rinda til Barsilsskipanina ella aðrar avgerðir hjá TAKS tiknar við heimild í lógini um Barsilsskipan.
Viðkomandi viðurskifti
Kæra til Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Týdningarmikið er, at kærda avgerðin og onnur viðkomandi skjøl verða latin Kærustovninum.
Týdningarmikið er at vera varug við, at vanliga er kærufreistin 4 vikur eftir, at avgerðin frá Arbeiðsloysisskipanini er móttikin. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru til staðar.
Tað er ókeypis at kæra til Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini. Miðað verður altíð móti, at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann, at tað tekur 4 mánaðir, áðrenn málið er lýst til fulnar, og er klárt at leggja fyri Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini til støðutakan. Kærari verður líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.
Eru spurningar ella ivamál um, hvørt kærast kann til Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini, vegleiðir Føroya Kærustovnur fegin.
Lógargrundarlag
Nevndin
Í kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni:
- Kristina Samuelsen, advokatur og forkvinna
- Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
- Jón Hestoy, stjóri
Varalimir eru:
- Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur
- Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
- Anita Fuglø, skrivstovuleiðari
Valskeiðið hjá nevndini er 1.6.2021 til 30.5.2025.
Samband
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til:
Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til: fks@fks.fo