Lendismál

Føroya Kærustovnur viðger kærur um lendismál. Málsøki er breitt og fevnir um avgerðir í sambandi við m.a. bygging, matrikulering, sundurbýti og tinglýsing. Borgarar, fyritøkur og møguliga myndugleikar, ið t.d. hava fingið avgerð frá eini kommunu í samband við eitt byggimál ella frá Umhvørvisstovuni í samband við eitt mál um tinglýsing, kunnu kæra hesar avgerðir til Føroya Kærustovn.


Í lendismálum viðger Føroya Kærustovnur kærur um:

  • Avgerðir hjá kommunum eftir býarskipanarlógini ella byggisamtykt
  • Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir tinglýsingarlógini og lóg um matrikulering og sundurbýti
  • Avgerðir hjá kommununum eftir 1881-lógini um ognartøku
  • Avgerðir eftir lóg um eigaraíbúðir
  • Avgerðir eftir lóg um bygging


Viðkomandi viðurskifti

Ein kæra til Kærustovnin skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Týdningarmikið er, at kærda avgerðin og onnur viðkomandi skjøl verða latin Kærustovninum. Tað er eisini umráðandi at nevna, at kærufreistin vanliga er 4 vikur eftir, at avgerðin frá myndugleikanum er móttikin. Í málum um ognartøku eftir 1881–lógini er freistin at kæra tó 3 mánaðir. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru.

Tað er ókeypis at kæra lendismál til Føroya Kærustovn. Miðað verður altíð móti at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann at áleið 5 mánaðir ganga, áðrenn málið er fult upplýst og klárt til støðutakan. Sum kærari verður tú líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.

Eru spurningar ella ivamál um, hvørt kærast kann til Føroya Kærustovn í einum lendismáli ella annað hesum viðvíkjandi, so kanst tú seta teg í samband við Føroya Kærustovn, ið fegin vegleiðir og svarar fyrispurningum.

Lógargrundarlag

Reglurnar fyri virkseminum hjá Føroya Kærustovni eru ásettar í løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og í kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn

Føroya Kærustovnur

Í lendismálum verður Føroya Kærustovnur vanliga settur við stjóranum og tveimum løgfrøðingum. Føroya Kærustovnur kann leita sær ráðgeving frá serkønum persóni í sambandi við fyrireikanina av málinum. Harumframt er eisini møguleiki fyri at Føroya Kærustovnur verður settur við luttøku av serkønum persóni ella persónum.

Serkøn ráðgeving í lendismálum verður vanliga veitt av persóni, sum er byggikønur ella landmálarakønur. Listi yvir serkøn, sum eru tilknýtt Kærustovninum, er at síggja á heimasíðuni. Trýst her fyri at síggja tey serkønu.

Samband

Kærur til Føroya Kærustovn skulu sendast til:

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo