Skuldarumskipanarmál

Føroya Kærustovnur hevur heimild at umskipa skuld, ið persónar hava til landskassan. Tað eru bert privatpersónar, ið kunnu søkja um skuldarumskipan. Hetta merkir, at smápartafeløg, partafeløg og líknandi ikki kunnu søkja Føroya Kærustovn um skuldarumskipan. Í høvuðsheitum verða somu atlit tikin, sum tá Skiftirætturin tekur støðu til skuldarumskipan eftir konkurslógini. Soleiðis skal skuldarin t.d. prógva, at tað ikki ber til at lúka skyldurnar til landskassan, og at hetta eiheldur fer at bera til næstu árini. Munandi misjavni skal vera staðfestur millum gjaldsevnini hjá skuldaranum og skuldina til tað almenna. Skuldarumskipanin eftir hesi lóg skal vera avgjørt seinasti møguleikin at loysa skuldartrupulleikarnar við landskassan. Føroya Kærustovnur kann heilt ella lutvíst eftirgeva ella umskipa skuldina. Lýkur umsøkjarin ikki treytirnar fyri umskipan, kann talan vera um at veita gjaldskáa.


Tað er bert niðanfyri nevnda skuld, ið Føroya Kærustovnur kann umskipa:

  • Landsskattur og AM-gjald
  • Meirvirðisgjald
  • Tollur
  • Lønarhæddaravgjald
  • Framleiðslugjald
  • Vinnulán og veðhald givin av Føroya Landsstýri
  • Lestrarlán frá Studna
  • Rentuskuld og skuld frá øðrum útreiðslum, ið eru knýttar at høvuðsskuldini


Viðkomandi viðurskifti 

Umsókn til Føroya Kærustovn um umskipan av skuld skal latast á oyðublaði, ið kann heintast her á síðuni. Týdningarmikið er, at Føroya Kærustovnur hevur allar viðkomandi upplýsingar og viðkomandi skjøl til tess at viðgera umsóknina. Vegleiðing um umsóknarblað, upplýsingar og skjøl kann eisini heintast her á síðuni.


Lógargrundarlag

Reglurnar fyri virkseminum hjá Føroya Kærustovni eru ásettar í løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og í kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn

Reglurnar um skuldarumskipan eru ásettar í løgtingslóg nr. 29 frá 8. apríl 2005 um umskipan av landsskatta-, mvg.- og tollskuld v.m.

Føroya Kærustovnur

Í skuldarumskipanarmálum verður Føroya Kærustovnur vanliga settur við stjóranum og tveimum løgfrøðingum. Føroya Kærustovnur kann leita sær ráðgeving frá serkønum persóni í sambandi við fyrireikanina av málinum. Harumframt er eisini møguleiki fyri at Føroya Kærustovnur verður settur við luttøku av serkønum persóni ella persónum.

Serkøn ráðgeving í skuldarumskipanarmálum verður vanliga veitt av persóni, sum er roknskaparkønur, vinnulívskønur ella serkønur í bankavirksemi.


Samband

Umsókn um umskipan av skuld skal sendast til:

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo

  • Umsóknarblað
    Umsóknarblað