Tvingsilsnevndin
Tvingsilsnevndin hevur víttfevnandi málsøki, ið fevnir um bæði nógv og ymisk mál. Tvingsilsnevndin tekur bæði støðu til, um tilmæli um tvingsilsinntriv frá kommunum og Almannaverkinum kunnu góðkennast, samstundis sum nevndin eisini viðger kærur um framd tvingsilsinntriv og ávísar avgerðir hjá myndugleikunum.
Tvingsilsnevndin viðger tilmæli um:
-
Flyting uttan samtykki
-
Ávaringar- og peilingarskipan
-
Serlig upplatingarskipan til úthurð
-
Halda persóni aftur og føra hann aftur
-
Halda persóni føtum í sambandi við reinføri o.a.
-
Nýtsla av hjálparráði
-
Forða fyri atgongd til og eftirlit við nýtslu av internet og telefon
-
Kanning av býli og ognarlutum
-
Leggja hald á ognarlutir
-
Læsa býli um náttina
Viðkomandi viðurskifti
Ítøkilig krøv um, hvussu tilmæli, ið vera løgd fyri Tvingsilsnevndina, skulu síggja út, eru ásett í § 24 í tvingsilslógini. Oyðubløð kunnu heintast her á síðuni, ið eru framleidd við m.ø. krøvunum í § 24 í tvingsilslógini í huga. Mælt verður myndugleikum til at nýta hesi oyðubløð, tá ið tilmæli vera løgd fyri Tvingsilsnevndina til støðutakan, soleiðis at viðgerðin í Tvingsilsnevndini í verður góð, skjót og eins.
Einki krav er um, hvussu ein kæra til Tvingsilsnevndina skal síggja út. Kærast kann bæði skrivliga og munnliga. Kæruskjal til Tvingsilsnevndina kann heintast her á síðuni, men tað er ikki krav at brúka hetta skjalið.
Vanliga er ein 4 vikur freist at leggja kærumál fyri Tvingsilsnevndina, frá tí at inntrivið er framt ella avgerðin er tikin. Er talan um inntriv sum er framt eftir góðkendum tilmælið, kann hetta í gildistíðini leggjast fyri Tvingsilsnevndina av nýggjum, um mett verður, at intrivið ikki longur lýkur treytirnar. Tvingsilsnevndin kann víkja frá kærufreistum, um serligar orsakir eru til tess.
Tað er týdningarmikið, at myndugleikar, leiðsla og starvsfólk eru varug við týðandi leiklut teirra og geva teimum, ið kunnu kæra eitt inntriv ella eina avgerð, rætta kæruvegleiðing skjótast gjørligt, soleiðis at persónurin sjálvur, avvarðandi ella umboð hjá persóninum, kunnu kæra inntrivið ella avgerðina til Tvingsilsnevndina.
Ymiskt er, hvussu ásetingarnar eru um, hvussu skjótt Tvingsilsnevndin skal taka avgerðir. Í teimum flestu málunum, skal nevndin taka avgerð í seinasta lagi 14 ella 30 dagar eftir, at tilmæli ella kæra er móttikin. Undir øllum umstøðum, so verður altíð miðja eftir, at Tvingsilsnevndin tekur avgerðir skjótast gjørligt.
Eru ivamál ella spurningar viðvíkjandi Tvingsilsnevndini ella virki hennara, so vegleiðir Føroya Kærustovnur fegin.
Lógargrundarlag
Reglurnar fyri Tvingsilsnevndina eru at finna í:
Løgtingslóg nr. 73 frá 25. mai 2020 um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin
Løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur
Nevndin
Tá avgerðir skulu takast í Tvingsilsnevndini luttaka í flestu málum formaðurin og tveir serkønir nevndarlimir. Í serligum førum kann avgerð takast um, at fleiri enn tveir serkønir limir luttaka í viðgerðini.
Í nevndini sita í løtuni:
- Eli Thorsteinsson, advokatur og formaður
- Súsanna Nordendal, løgfrøðingur og varalimur fyri formannin
Serkønir limir eru:
- Per Johannesen, sjúkrarøktarfrøðingur
- Birita Tollaksdóttir Clementsen, b.sc. í sjúkrarøktarfrøði
- Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur
- Inga Connie Connor Old, heilsufrøðingur
- Vár í Gong, sjúkrarøktarfrøðingur
- Signhild Finnsdóttir, sjúkrarøktarfrøðingur
- Ragnhild Dahl, námsfrøðingur
- Harry Knudsen, námsfrøðingur
- Jarvin F. Hansen, námsfrøðingur
- Maud Wang Hansen, námsfrøðingur
- Guðrun Eysturlíð, námsfrøðingur
- Alvi Justinussen, námsfrøðingur
- Tórmóður Stórá, serlækni í psykiatri
- Rannvá Vang, serlækni í psykiatri
- Súsanna Reinert Petersen, serlækni í psykiatri
- Elisabeth Eið Eliasen, heilsurøktari
- Gunvør Sigurðsson, heilsurøktari
- Jóhanna Henriksen, heilsurøktari
- Malan Hansen, heilsurøktari
- Rói Michelsen Hjaltalin, heilsurøktari
- Sjúrður Norðbú, heilsurøktari
- Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur
- Alberta Mcleod Jacobsen, sálarfrøðingur
- Sigrun Samuelsen, sálarfrøðingur
- Suni Poulsen, sálarfrøðingur
- Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur
- Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur
Valskeiðið hjá nevndini er 1.1.2021 til 31.12.2024.
Samband
Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til:
Tvingsilsnevndin
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn
ella við telduposti til: fks@fks.fo
-
Flyting uttan samtykki
-
Inntriv móti persóni, sum er fevndur av § 49 í lóg um almannatrygd og tænastur (persónar við dómi)
-
Inntriv móti persóni undir 18 ár sambært §§ 15 og 17 í lóg um tvingsil
-
Inntriv sambært §§ 8 til 12 í lóg um tvingsil
-
Um tryggjaða búfyriskipan sambært § 51 í lóg um almannatrygd og tænastur
-
Kæruskjal - Tvingsilsnevndin
-
Áður góðkent inntriv