Fjølmiðlanevndin

Fjølmiðlanevndin viðger kærur um brot á góðan fjølmiðlasið og rættin hjá teimum, ið verða viðgjørd í fjølmiðlunum, at svara aftur. Hetta kann til dømis merkja, at persónur, ið verður viðgjørdur í fjølmiðli, og har viðkomandi heldur seg líða órætt vegna brot á góðan fjølmiðlasið, kann kæra fjølmiðilin til Fjølmiðlanevndina.


Viðkomandi viðurskifti

Kæra til Fjølmiðlanevndina skal sum meginregla vera skrivlig. Týdningarmikið er at vera varug við, at kærufreistin vanliga er 4 vikur eftir, at fjølmiðilin hevur almannakunngjørt upplýsingarnar, ið kærast skal um.

Er talan um kæru um brot framt av Kringvarpi Føroya ella aðrari kringvarpsstøð við sendiloyvi sbrt. Kringsvarpslógini, skal kærast beinleiðis til hesar fjølmiðlar innan 4 vikur eftir, at upplýsingarnar eru almannakunngjørdar. Avgerðin hjá hesum fjølmiðli kann síðani kærast víðari til Fjølmiðlanevndina innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur móttikið avgerðina frá fjølmiðlinum.

Tað er ókeypis at kæra til Fjølmiðlanevndina.

Dentur verður lagdur á at avgreiða málini skjótast gjørligt. Tað kann tó taka tíð, áðrenn málið er lýst til fulnar.

Eru spurningar ella ivamál um, hvørt kærast kann til Fjølmiðlanevndina, vegleiðir Føroya Kærustovnur fegin.


Lógargrundarlag

Reglurnar fyri Fjølmiðlanevndini eru ásettar í løgtingslóg nr. 45 frá 16. mai 2006 um fjølmiðlaábyrgd, sum broytt við ll. nr. 30 frá 30. apríl 2007.


Nevndin

Í Fjølmiðlanevndini eru fýra limir. Í nevndini sita í løtuni:

  • Jan Sjóstein, løgfrøðingur
  • Ingrid Bjarnastein, tíðindafólk
  • Jens Hákun Leo, ábyrgdarblaðstjóri
  • Anna Paulina Leo Olsen, vísindaligt hjálparfólk

Varalimur eru: 

  • Elisabeth F. Rasmussen, løgfrøðingur
  • Kári Mikkelsen, tíðindafólk
  • Marjun Dalsgaard, tíðindafólk
  • Bárður Larsen, adjunktur

Valskeiðið hjá nevndini er 1.10.2018 til 30.9.2022.


Samband

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá Fjølmiðlanevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til: 

Fjølmiðlanevndin
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo

  • Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið
    Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið