Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini

Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini viðger kærur um avgerðir, ið Arbeiðsloysisskipanin tekur við heimild í ALS-lógini. Talan kann t.d. vera um avgerðir hjá Arbeiðsloysisskipanini viðvíkjandi afturgjaldi av ov nógv útgoldnum arbeiðsloysisstuðli, avgerðir um karantenu í Arbeiðsloysisskipanini, avgerðir í sambandi við feriu í Arbeiðsloysisskipanini ella aðrar avgerðir hjá Arbeiðsloysisskipanini tiknar við heimild í ALS-lógini.


Viðkomandi viðurskifti

Kæra til Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Týdningarmikið er, at kærda avgerðin og onnur viðkomandi skjøl verða latin Kærustovninum.

Týdningarmikið er at vera varug við, at vanliga er kærufreistin 4 vikur eftir, at avgerðin frá Arbeiðsloysisskipanini er móttikin. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru til staðar.

Tað er ókeypis at kæra til Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini. Miðað verður altíð móti, at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann, at tað tekur 4 mánaðir, áðrenn málið er lýst til fulnar, og er klárt at leggja fyri Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini til støðutakan. Kærari verður líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.

Eru spurningar ella ivamál um, hvørt kærast kann til Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini, vegleiðir Føroya Kærustovnur fegin.


Lógargrundarlag

Reglurnar fyri Kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini eru at ásettar í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 22. mai 2015


Nevndin

Í kærunevndini hjá Arbeiðsloysisskipanini eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni:

  • Kristina Samuelsen, advokatur og forkvinna
  • Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
  • Jón Hestoy, stjóri

Varalimir eru:

  • Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur
  • Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Anita Fuglø, skrivstovuleiðari

Valskeiðið hjá nevndini er 1.6.2017 til 30.5.2021.


Samband

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til:

Kærunevndin hjá Arbeiðsloysisskipanini
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo