Kærunevndin hjá Barsilsskipanini

Kærunevndin hjá Barsilsskipanini viðger kærur um avgerðir, sum TAKS tekur við heimild í lógini um Barsilsskipan. Talan kann t.d. vera um avgerðir hjá TAKS viðvíkjandi útgjaldi úr Barsilsskipanini, avgerðir um útrokningargrundarlagið á barsilsgjaldinum, avgerðir um frítøku at rinda til Barsilsskipanina ella aðrar avgerðir hjá TAKS tiknar við heimild í lógini um Barsilsskipan.


Viðkomandi viðurskifti

Kæra til Kærunevndina hjá Barsilsskipanina skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Týdningarmikið er, at kærda avgerðin og onnur viðkomandi skjøl verða latin Kærustovninum. 

Tað er umráðandi at vera varug við, at vanliga er kærufreistin 4 vikur eftir, at avgerðin frá Barsilsskipanini er móttikin. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru.

Tað er ókeypis at kæra til Kærunevndina hjá Barsilsskipanini. Miðað verður altíð móti, at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann at tað tekur áleið 4 mánaðir, áðrenn málið er lýst til fulnar, og er klárt at leggja fyri Kærunevndina hjá Barsilsskipanini til støðutakan. Kærari verður líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.

Eru spurningar ella ivamál um, hvørt kærast kann til Kærunevndina hjá Barsilsskipanini, vegleiðir Føroya Kærustovnur fegin.


Lógargrundarlag

Reglurnar fyri Kærunevndina hjá Barsilsskipanini eru at ásettar í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum er seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 16. desember 2015 


Nevndin

Í kærunevndini hjá Barsilsskipanini eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni:

  • Kristina Samuelsen, advokatur og forkvinna
  • Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
  • Jón Hestoy, stjóri

Varalimir eru: 

  • Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur
  • Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag
  • Anita Fuglø, skristovuleiðari

Valskeiðið hjá nevndini er 1.6.2017 til 30.5.2021.


Samband

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til: 

Kærunevndin hjá Barsilsskipanini
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo