Kærunevndin hjá Studna

Kærunevndin hjá Studna viðger kærur um avgerðir hjá Studna. Tað kunnu eitt nú vera um útbúgvingarstuðul, ferðastuðul ella verkætlanarstuðul.


Viðkomandi viðurskifti

Ein kæra til Kærunevndina hjá Studna skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Týdningarmikið er, at kærda avgerðin og onnur viðkomandi skjøl verða latin Kærustovninum. Tað er eisini umráðandi at nevna, at kærufreistin vanliga er 6 vikur eftir, at avgerðin frá myndugleikanum er móttikin. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru.

Tað er ókeypis at kæra til Kærunevndina hjá Studna. Miðað verður altíð móti at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann at áleið 3 mánaðir ganga, áðrenn málið er fult upplýst og klárt at leggja fyri Kærunevndina hjá Studna til støðutakan. Sum kærari verður tú líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.

Eru ivamál um, hvørt kærast kann til Kærunevndina hjá Studna ella annað hesum viðvíkjandi, so kanst tú seta teg í samband við Føroya Kærustovn, ið fegin vegleiðir og svarar fyrispurningum.


Lógargrundarlag

Reglurnar fyri Kærunevndina hjá Studna eru ásettar í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast er broytt við ll. nr. 174 frá 29. desember 2011


Nevndin

Í Kærunevndini hjá Studna eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni:

  • Anna Borg Dahl, løgfrøðingur og forkvinna í nevndini
  • Heðin D. Poulsen, løgfrøðingur
  • Maria Gregersen, lestrarvegleiðari

Varalimir eru: 

  • Marjun T. Magnussen, løgfrøðingur
  • Hans Mikkelsen, lestrarvegleiðari
  • Sørin Pram Sørensen, løgfrøðingur

Valskeiðið hjá nevndini er 5.12.2017 til 4.12.2021.


Samband

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til: 

Kærunevndin hjá Studna
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo