Kærunevndin í almanna-, familju-  og heilsumálum

Kærunevndin í almanna-, familju og heilsumálum hevur eitt víttfevnandi málsøki, ið fevnir um nógv ymisk sløg av málum. At málsøkið fevnir víða hevur við sær, at kærunevndin viðger ógvuliga ymisk mál, sum t.d. avgerðir hjá Almannaverkinum um veitingar og tænastur, avgerðir hjá Heilsutrygd um heilsutrygdargjald og avgerðir hjá Familjufyrisitingini um m.a. barnagjald og samveru – bert fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.


Kærunevndin í almanna-, familju og heilsumálum viðger kærur um:

  • Avgerðir hjá Almannaverkinum – t.d. um veitingar og tænastur
  • Avgerðir hjá Sjúkrahúsverkinum, sum ikki eru um heilsufakligt virksemi – t.d. um fylgjara í.s.v. sjúkuviðgerð uttanlands
  • Avgerðir hjá kommunustýrum um barna- og ungdómstannrøkt
  • Avgerðir hjá Heilsutrygd og tilskotsnevndini eftir lóg um almenna heilsutrygd
  • Avgerðir eftir barnaverndarlógini, ið ikki kunnu leggjast fyri    Høvuðsbarnaverndarnevndina
  • Avgerðir hjá kommunum eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
  • Ávísar avgerðir hjá Familjufyrisitingini – t.d. um barnagjald og samveru


Viðkomandi viðurskifti

Ein kæra til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Týdningarmikið er, at kærda avgerðin og onnur viðkomandi skjøl verða latin Kærustovninum. Tað er eisini umráðandi at nevna, at kærufreistin vanliga er 4 vikur eftir, at avgerðin frá myndugleikanum er móttikin. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru.

Tað er ókeypis at kæra til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum. Miðað verður altíð móti at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann at áleið 5 mánaðir ganga, áðrenn málið er fult upplýst og klárt at leggja fyri Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum til støðutakan. Sum kærari verður tú líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.

Eru ivamál um, hvørt kærast kann til Kærunevndina í almanna-, familju og heilsumálum ella annað hesum viðvíkjandi, so kanst tú seta teg í samband við Føroya Kærustovn, ið fegin vegleiðir og svarar fyrispurningum.


Lógargrundarlag

Reglurnar fyri Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum eru ásettar í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um Kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum, sum seinast er broytt við ll. nr. 79 frá 29. mai 2017


Nevndin

Í Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni:

  • Sigmund Poulsen, advokatur og formaður
  • Kári Rasmussen, lækni
  • Selma Ellingsgaard, sosialráðgevi 

Varalimir eru: 

  • Annfinn V. Hansen, advokatur
  • Jeaneth Løkjá, lækni
  • Bergtóra Høgnadóttir, sosialráðgevi

Valskeiðið hjá nevndini er 1.1.2018 til 31.12.2021.


Samband

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til:

Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo