Kærunevndin í lendismálum

Kærunevndin í lendismálum fevnir breitt og viðger kærur um avgerðir í sambandi við m.a. bygging, matrikulering, sundurbýti og tinglýsing. Borgarar, fyritøkur og møguliga myndugleikar, ið t.d. hava fingið avgerð frá eini kommunu í samband við eitt byggimál ella frá Umhvørvisstovuni í samband við eitt mál um tinglýsing, kunnu kæra hesar avgerðir til Kærunevndina í lendismálum.


Kærunevndin í lendismálum viðger kærur um:

  • Avgerðir hjá kommunum eftir býarskipanarlógini ella byggisamtykt
  • Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir tinglýsingarlógini og lóg um matrikulering og sundurbýti
  • Avgerðir hjá kommununum eftir 1881-lógini um ognartøku
  • Avgerðir eftir lóg um eigaraíbúðir
  • Avgerðir eftir lóg um bygging


Viðkomandi viðurskifti

Ein kæra til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Tað er týdningarmikið, at kærda avgerðin verður latin saman við øðrum viðkomandi skjølum.

Tað er eisini umráðandi at nevna, at kærufreistin vanliga er 4 vikur eftir, at avgerðin frá myndugleikanum er móttikin. Í málum um ognartøku eftir 1881–lógini er freistin at kæra tó 3 mánaðir. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru.

Tað er ókeypis at kæra til Kærunevndina í lendismálum. Miðað verður altíð móti at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann, at tað tekur umleið 5 mánaðir, áðrenn málið er klárt at leggja fyri Kærunevndina í lendismálum til støðutakan. Sum kærari verður tú líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.

Eru spurningar ella ivamál um, hvørt kærast kann til Kærunevndina í lendismálum, vegleiðir Føroya Kærustovnur fegin.


Lógargrundarlag

Reglurnar fyri Kærunevndina í lendismálum eru ásettar í

løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um Kærunevnd í lendismálum, sum seinast er broytt við ll. nr. 49 frá 17. mai 2011

og

kunngerð nr. 3 frá 25. januar 2007 um Kærunevnd í lendismálum.


Nevndin

Í Kærunevndini í lendismálum eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni:

  • Elsa Østergaard, løgfrøðingur og forkvinna í nevndini
  • Bárður Dam í Baiansstovu, arkitektur
  • Fríður P. Dalsgarð, verkfrøðingur

Varalimir eru:

  • Poula Lervig, løgfrøðingur
  • Annie Heinesen, arkitektur
  • Óla Jákup Guttesen, byggimeistari

Valskeiðið hjá nevndini er 1.7.2019 til 30.6.2023.


Samband

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til: 

Kærunevndin í lendismálum
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo