Psykiatrisk Sjúklingamál

Føroya Kærustovnur viðger kærur um nýtslu av tvingsli í sambandi við innlegging á psykiatrisku deild. Um persónur í sambandi við innlegging á psykiatrisku deild er fyri tvingsli, sum t.d. tvingsilsafturhald, tvingsilsviðgerð ella fastspenning, so kann kæra latast til Føroya Kærustovn. Aðalendamálið í psykiatriskum sjúklingamálum er at verja rættartrygdina hjá sjúklingum, ið eru fyri tvingsli í sambandi við innlegging á psykiatrisku deildini.


Tvingsilsinntrivini, sum kærast kunnu um, eru:

  • Tvingsilsinnlegging
  • Tvingsilsafturhald
  • Afturføring
  • Tvingsilsviðgerð
  • Fastspenning
  • Nýtslu av likamligum valdi
  • Nýtslu av persónligum ávaringar- og peiliskipanum og serligum hurðalásum
  • Verjufastspenning
  • Persónlig vernd, ið uttan steðg varar meira enn 24 tímar og hurðalæsing á deildini
  • Tvungna uppfylging eftir útskriving


Viðkomandi viðurskifti

Einki krav er um, hvussu kæra um psykiatrisk sjúklingamál skal síggja út. Kærast kann bæði skrivliga og munnliga. Kæruskjal kann heintast her á síðuni, men tað er ikki krav at brúka hetta skjalið.

Tað er eingin kærufreist í sambandi við kærur um psykiatrisk sjúklingamál, men tá endamálið við at kæra um psykiatrisk sjúklingamál er at steðga óneyðugum ella órímiligum tvingsli, so er skilagott at kæra skjótast gjørligt.

Føroya Kærustovnur skal taka avgerð skjótast gjørligt í psykiatriskum sjúklingamálum. Kærustovnurin skal kunna sjúklingin og sjúklingaráðgevan, um ikki avgerð er tikin innan 14 dagar eftir, at kæran er móttikin á kærustovninum. Samstundis skal upplýsast, hvør orsøkin er til hetta, og nær væntast kann, at ein avgerð fyriliggur.

Ein serlig regla er galdandi viðvíkjandi kærum um tvingsilsviðgerð, har givin er uppsetandi virknaður. Uppsetandi virknaður hevur við sær, at tvingsilsviðgerð verður ikki sett í gongd, fyrr enn Føroya Kærustovnur hevur tikið støðu til kæruna. Í hesum førum skal Føroya Kærustovnur taka avgerð innan 7 gerandisdagar eftir, at kæran er móttikin.

Faldari við kunning um kæru um psykiatrisk sjúklingamál kann takast niður her á síðuni.

Eru ivamál ella spurningar viðvíkjandi psykiatriskum sjúklingamálum, vegleiðir Føroya Kærustovnur fegin.

Sjúklingaráðgevar

Sjúkrahúsið hevur skyldu til at veita sjúklingum á psykiatrisku deild, ið eru fyri tvingsli, ein sjúklingaráðgeva. Sjúklingaráðgevin skal leiðbeina og geva sjúklinginum ráð viðvíkjandi øllum viðurskiftum í sambandi við sjálva innleggingina, uppihaldinum og viðgerðini á psykiatrisku deildini. Sjúklingaráðgevin skal eisini kunna sjúklingin um møguleikan at kæra og hjálpa sjúklinginum við eini møguligari kæru.


Lógargrundarlag

Reglurnar fyri Psykiatrisk Sjúklingamál eru ásettar í Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien m.v., sum seinast broytt við anordning nr 923 frá 26. juni 2023

Samband

Kæran kann – eitt nú umvegis sjúklingaráðgevan – latast inn til sjúkrahúsið, sum hevur skyldu til at senda kæruna til Føroya Kærustovn:

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo

  • Kæruskjal
    Kæruskjal
  • Vegleiðing
    Vegleiðing