Skatta- og avgjaldsmál

Føroya Kærustovnur viðger kærur um avgerðir, ið TAKS hevur tikið um toll-, skatta- og avgjaldsviðurskifti. Borgarar og fyritøkur, ið hava fingið avgerð frá TAKS, kunnu kæra avgerðir til Føroya Kærustovn. Økið er fjølbroytt og avgerðirnar kunnu snúgva seg um t.d. skattskyldu, eftirlønargjald, innflutning av rúsdrekka og mangt annað. Føroya Kærustovnur viðger eisini kærur um avgerðir hjá Akstovuni um avgjøld við skráseting av akførum.

Viðkomandi viðurskifti

Ein kæra til Kærustovnin skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Tað er týdningarmikið, at kærda avgerðin verður latin saman við øðrum viðkomandi skjølum. Tað er eisini umráðandi at nevna, at kærufreistin vanliga er 4 vikur eftir, at avgerðin frá myndugleikanum er móttikin. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru.

Tað er ókeypis at kæra skatta- og avgjaldsmál til Føroya Kærustovn. Miðað verður altíð móti at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann at áleið 6 mánaðir ganga, áðrenn málið er fult upplýst og klárt til støðutakan. Sum kærari verður tú líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.

Eru spurningar ella ivamál um, hvørt kærast kann til Føroya Kærustovn í einum skatta- ella avgjaldsmáli ella annað hesum viðvíkjandi, so kanst tú seta teg í samband við Føroya Kærustovn, ið fegin vegleiðir og svarar spurningum.

Lógargrundarlag

Reglurnar um kæru av avgerðum í skatta- og avgjaldsmálum eru ásettar í løgtingslóg nr. 169 frá 30. desember 1997 um Toll- og Skattafyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021

Reglurnar fyri virkseminum hjá Føroya Kærustovni eru ásettar í løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og í kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn.

Føroya Kærustovnur

Í skatta- og avgjaldsmálum verður Føroya Kærustovnur vanliga settur við stjóranum og tveimum løgfrøðingum. Føroya Kærustovnur kann leita sær ráðgeving frá serkønum persóni í sambandi við fyrireikanina av málinum. Harumframt er eisini møguleiki fyri at Føroya Kærustovnur verður settur við luttøku av serkønum persóni ella persónum.

Serkøn ráðgeving í skatta- og avgjaldsmálum verður vanliga veitt av persóni við serligum kunnleika til roknskaparviðurskifti, fíggjarviðurskifti, ella arbeiðsmarknaðarviðurskifti.  

Samband

Kærur til Føroya Kærustovn skulu sendast til:

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo