Vinnukærunevndin

Vinnukærunevndin hevur eitt víttfevnandi málsøki, ið fevnir um nógv ymisk sløg av málum. At málsøkið fevnir víða hevur við sær, at nevndin viðger ógvuliga ymisk mál, sum t.d. avgerðir hjá Akstovuni um koyrikort, avgerðir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um innflyting av vandamiklum djórum og avgerðir hjá Umhvørvisstovuni um vápnaprógv – bert fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.


Vinnukærunevndin viðger kærur um:

  • Avgerðir hjá Akstovuni eftir ferðslulógini – t.d. avgerðir um koyrikort
  • Avgerðir hjá Arbeiðseftirlitinum eftir lóg um arbeiðsumhvørvi
  • Avgerðir hjá Jarðfeingi eftir lóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
  • Avgerðir hjá Fjarskiftiseftirlitinum eftir lóg um fjarskifti
  • Avgerðir hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eftir lóg um matvørur v.m., lóg um aling av fiski, lóg um djórasjúkur, lóg um djóralæknavirksemi og lóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø.
  • Avgerðir hjá Kappingarráðnum eftir lóg um kapping
  • Avgerðir hjá Landsverk eftir lóg um landsvegir og lóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál
  • Avgerðir hjá Posteftirlitinum eftir lóg um postvirksemi
  • Avgerðir hjá Skráseting Føroya eftir partafelagslógini, smápartafelagslógini, ársroknskaparlógini, lóg um ávís vinnurekandi virkir, lóg um vinnurekandi grunnar, lóg um vinnu og lóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðaravirkir
  • Avgerðir hjá Sjóvinnustýrinum eftir kunngerð um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal
  • Avgerðir hjá Tryggingareftirlitinum eftir lóg um tryggingarvirksemi
  • Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir kunngerð um vápnaprógv
  •  Harumframt viðger Vinnukærunevndin kærur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftinum


Viðkomandi viðurskifti

Ein kæra til Vinnukærunevndina skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Týdningarmikið er, at kærda avgerðin og onnur viðkomandi skjøl verða latin Kærustovninum. Tað er eisini umráðandi at nevna, at kærufreistin vanliga er 4 vikur eftir, at avgerðin frá myndugleikanum er móttikin. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru.

Tað er sum meginregla ókeypis at kæra til Vinnukærunevndina. Kostnaður er tó fyri kæruviðgerð innan hesi øki hjá Vinnukærunevndini: partafelagslógini, smápartafelagslógini, lógini um ávís vinnurekandi virki, lóg um vinnurekandi grunnar, ársroknskaparlógini, lógini um løggildar og skrásettar grannskoðarar, lógini um tryggingarvirksemi, lógini um kapping, lógini um postvirksemi og lógini um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni.

Kostnaðurin fyri kæruviðgerð innan hesi øki er 4000,-. Viðvíkir kæran viðurskifti, ið ikki hava samband við tað aktuella ella framtíðar vinnuvirksemið hjá kæraranum, er kostnaðurin 2000,-.

Eru ivamál um, hvørt kærast kann til Vinnukærunevndina ella annað hesum viðvíkjandi, so kanst tú seta teg í samband við Føroya Kærustovn, ið fegin vegleiðir og svarar fyrispurningum.


Lógargrundarlag

Reglurnar fyri Vinnukærunevndina eru ásettar í

løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd

og

kunngerð nr. 78 frá 28. august 2008 um Vinnukærunevnd.


Nevndin

Tá avgerðir skulu takast í einstøkum kærumálum, eru í Vinnukærunevndini tríggir ella fimm limir. Nevndin verður samansett við formanni ella næstformanni og tveimun til fýra limum við serkunnleika á viðkomandi øki. Í nevndini sita í løtuni:

  • Marjun Magnussen, cand. jur. og forkvinna
  • Jóhan J. Lamhauge, cand. jur. og næstformaður
  • Jón Kragesteen, lærari og serkønur limur viðvíkjandi ferðslulógini
  • Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, serkønur limur viðvíkjandi ferðslulógini
  • Palli Mortensen, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi ferðslulógini
  • Sølvi Reinert Hansen serkønur limur viðvíkjandi ferðslulógini
  • Ebba Mortensen, kemiverkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi arbeiðsumhvørvislógini
  • Jóngerð Biskupstø, fysioterapeut og serkønur limur viðvíkjandi arbeiðsumhvørvislógini
  • Róðin Mellemgaard, maskinmeistari og serkønur limur viðvíkjandi arbeiðsumhvørvislógini
  • Bogi Bech Jensen, serkønur limur viðvíkjandi lóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
  • Petur í Króki, sterkstreymsverkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi lóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
  • Sigurd Lamhauge, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi lóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni
  • Knud Erik Skovby, professari og serkønur limur viðvíkjandi fjarskiftislógini
  • Rannvá Sólheim, cand. jur. og serkønur limur viðvíkjandi fjarskiftislógini
  • Sigurjón Ingvason, cand. jur. og serkønur limur viðvíkjandi fjarskiftislógini og lóg um postvirksemi
  • Una Joensen, cand. oecon. og serkønur limur viðvíkjandi fjarskiftislógini
  • Bergur Hanusson, djóralækni og serkønur limur viðvíkjandi djórasjúkulógini, lóg um djóralæknavirksemi og lóg um hald og innflutning av vandamiklum djórum
  • Jústines Olsen, djóralækni og serkønur limur viðvíkjandi djórasjúkulógini, lóg um djóralæknavirksemi og lóg um hald og innflutning av vandamiklum djórum
  • Edvard Bjarnason, serkønur limur viðvíkjandi loðslógini
  • Klæmint Østerø, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi loðslógini
  • Jákup Mørkøre, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi matvørulógini
  • Guðrið Andorsdóttir, cand. scient. og serkønur limur viðvíkjandi matvørulógini
  • Niels Therkildsen, djóralækni og serkønur limur viðvíkjandi alilógini, matvørulógini, djórasjúkulógini, lóg um djóralæknavirksemi og lóg um hald og innflutning av vandamiklum djórum
  • Ari Johannesen, cand. merc. og serkønur limur viðvíkjandi alilógini
  • Ingolf Joensen, serkønur limur viðvíkjandi alilógini
  • Ingunn Eiriksdóttir, cand. jur. og serkønur limur viðvíkjandi kappingarlógini
  • Sigurd Poulsen, cand. polit. og serkønur limur viðvíkjandi kappingarlógini
  • Sigurð Ó. Vang, cand. merc. jur. og serkønur limur viðvíkjandi kappingarlógini
  • Katrin Joensen, tekniskur assistentur og landmátingarteknikari og serkønur limur viðvíkjandi lóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál og lóg um landsvegir
  • Pætur Joensen, verkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi lóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál og lóg um landsvegir
  • Armgarð Steinhólm serkønur limur viðvíkjandi lóg um ognartøku og avhendan til flogferðsluendamál og lóg um landsvegir
  • Hjørdis Gaard, cand. scient. pol. og serkønur limur viðvíkjandi lóg um postvirksemi
  • Marja Lamhauge, framleiðsluverkfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi lóg um postvirksemi
  • Árni Ellefsen, cand. merc. aud. og serkønur limur viðvíkjandi vinnufelagslógunum, ársroknskaparlógini og grannskoðanarlógini
  • Birita S. Samuelsen, advokatur og serkønur limur viðvíkjandi vinnufelagslógunum, ársroknskaparlógini og grannskoðanarlógini
  • Brynleif Poulsen, cand. merc. aud. og serkønur limur viðvíkjandi vinnufelagslógunum, ársroknskaparlógini og grannskoðanarlógini
  • Vivi Egholm, cand. merc. aud. og serkønur limur viðvíkjandi vinnufelagslógunum, ársroknskaparlógini og grannskoðanarlógini og lóg um postvirksemi
  • Laila Mortensen, cand. act. og serkønur limur viðvíkjandi lóg um tryggingarvirksemi
  • Ole Haugaard Nielsen, aktuar og serkønur limur viðvíkjandi lóg um tryggingarvirksemi
  • Alfred Petersen, advokatur og serkønur limur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum
  • Andrias Ziska, cand. jur. og serkønur limur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum
  • Maria á Dul, MAP og serkønur limur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum
  • Páll Nielsen, advokatur og serkønur limur eftir lóg um skyldu arbeiðsgevarans at fráboða løntakaranum treytirnar fyri setanarviðurskiftunum
  • Rigmor N. Arge, sálarfrøðingur og serkønur limur viðvíkjandi lóg um vápnaprógv
  • Rannvá S. Jørgensen, serkønur limur viðvíkjandi lóg um vápnaprógv
  • Finn Ludvig, serkønur limur viðvíkjandi lóg um vápnaprógv

Valskeiðið hjá nevndini er 1.7.2020 til 30.6.2024.


Samband 

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til: 

Vinnukærunevndin
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo