Ynskir tú at kæra?

Um tú hevur fingið eina avgerð frá einum almennum myndugleika, sum tú ynskir at kæra, so kanst tú venda tær til Føroya Kærustovn.

Føroya Kærustovnur viðger kærur innan hesi málsøkir:

  • Almanna-, familju- og heilsumál
  • Skatta- og avgjaldsmál
  • Lestrarstuðulsmál
  • Lendismál
  • Vinnumál
  • Psykiatrisk sjúklingamál
  • Arbeiðsloysisskipanarmál
  • Barsilsskipanarmál
  • Tvingsilsmál
  • Náttúruverndarmál

Tú finnur tú eina nærri lýsing av ymisku málsøkjunum her. 

Hvør kann kæra?

Tá tú fært eina avgerð frá einum almennum myndugleika, er meginreglan tann, at tú hevur rætt til at kæra avgerðina. Um avgerðin fellur undir málsræðinum hjá Føroya Kærustovni, kunnu vit viðgera tína kæru. Í ávísum førum kunnu onnur enn móttakarin av avgerðini eisini kæra.

Ivast tú í, hvørt tú kanst kæra, kanst tú seta teg í samband við Føroya Kærustovn her fks@fks.fo 

Hvat kann kærast?

Føroya Kærustovnur viðger avgerðir frá almennum myndugleikum, og ein avgerð frá einum almennum myndugleika kann sum meginregla kærast. Myndugleikin, sum tú hevur móttikið avgerðina frá, hevur skyldu til at vegleiða tær í at kæra, um tú ikki tekur undir við avgerðini.

Ivast tú í, um tú kanst kæra eina avgerð, tú hevur fingið frá einum almennum myndugleika, kanst tú seta teg í samband við Føroya Kærustovn her. fks@fks.fo 

Nær kann kærast?

Freistirnar fyri at kæra eru ymiskar. Tað er myndugleikin, sum hevur sent sær avgerðina, ið ásetir freistirnar. Tað er umráðandi, at tú gevur freistini ans. Tín kæra kann verða avvíst, um hon verður latin ov seint inn.

Tú kanst lesa meiri um ymisku málsøkini/kærunevndirnar og kærufreistir her. 

Hvussu kann kærast?

Tú skalt orða tína kæru skrivliga og senda hana til Føroya Kærustovn. Tá tú letur kæruna inn, skalt tú eisini lata inn avgerðina, sum tú kærir um og onnur viðkomandi skjøl, so málið kann lýsast til fulnar, áðrenn avgerð verður tikin um tína kæru.

Skuldarumskipan

Persónar sum hava skuld til landskassan, kunnu eftir umsókn fáa eftirgivið ella umskipað skuld. Umsóknarblað, saman við eini røð av upplýsingum um fíggjarligu støðu umsøkjarans, skal latast Føroya Kærustovni, ið síðani viðgerð umsóknina.

Tú kanst lesa meira um skuldarumskipan og finna umsóknarblaðið við vegleiðing her.