20.05.2021

Ársfrágreiðing fyri 2020

Ársfrágreiðingin hjá Kærustovninum fyri 2020 er nú at finna á heimasíðuni. 

Í hesari framgongur millum annað, at eins og í samfelagnum sum heild, hevur Korona havt sína ávirkan á arbeiðið á Kærustovninum farna árið.

Starvsfólk hava í tíðarskeiðum arbeitt heimanífrá og starvsfólkahópurin
hevur verið býttur upp í lið fyri at tryggja, at onkur altíð kundi traðkað til, um onnur vóru noydd í sóttarhald. Fyri at halda tilmælini um frástøðu, hava nógvir fundir verið hildnir uttan fyri stovnin, tí okkara fundarhølið er so lítið, at tað hevur ikki verið rúmd fyri øllum teimum, sum hava skula møtt í øllum málum. Dømi eru eisini um mál, har viðgerðartíðin er longd, tí trupult hevur verið at skipa fundir, har kærarar, sum hava verið staddir uttanlands, hava ynskt at møtt.

Hóast umstøðurnar ikki hava verið heilt vanligar, hevur avgreiðslan verið á sama støði sum undanfarnu trý árini og eru 369 mál avgreidd í 2020. Innkomna málstalið er 367 í 2020 og sostatt eisini á nakað sama støði sum árið frammanundan, tó so at býtið millum nevndirnar ikki er tað sama.

Óvanliga nógv tilmæli hava verið latin Høvuðsbarnaverndarnevndini hetta árið. Tilsamans eru móttikin 141 tilmæli og bráðfeingis avgerðir í 2020. Í 2019 var hetta tali 101.

Lutvíst stórur vøkstur hevur eisini verið í kærunum til Vinnukærunevndina, sum móttók 25 kærur í 2020 samanborið við 10 í 2019.

Hinvegin eru færri kærur latnar Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum og Kærunevndini í lendismálum, sum móttóku ávíkavist 104 og 11 kærur í 2020. Í 2019 var hetta sama tali ávikavist 134 og 32.

Merkisvert er, at talið av umsóknum til Skuldarumskipanarnevndina í 2020 bert var 16 og sostatt lægri enn nakað annað ár.

Viðgerðartíðirnar vera sum heild mettar at vera nøktandi og í flestu førum
góðar, tó at tær spenna vítt og liggja frá 8 døgum hjá Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina til 7½ mánaða fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina.  

Ársfrágreiðingin í síni heild kann síggjast her