Lestrarstuðulsmál

Føroya Kærustovnur viðger kærur um avgerðir hjá Studna. Tað kunnu eitt nú vera um útbúgvingarstuðul, ferðastuðul ella verkætlanarstuðul.

Viðkomandi viðurskifti

Ein kæra til Kærustovnin skal sum meginregla vera skrivlig og grundgivin. Týdningarmikið er, at kærda avgerðin og onnur viðkomandi skjøl verða latin Kærustovninum. Tað er eisini umráðandi at nevna, at kærufreistin vanliga er 6 vikur eftir, at avgerðin frá myndugleikanum er móttikin. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum, um haldgóðar orsøkir eru.

Tað er ókeypis at kæra til Kærustovnin í lestrarstuðulsmálum. Miðað verður altíð móti at avgreiða kærumálið skjótast gjørligt, men væntast kann at áleið 3 mánaðir ganga, áðrenn málið er fult upplýst og klárt til støðutakan. Sum kærari verður tú líðandi kunnaður um gongdina í kærumálinum.

Eru ivamál um, hvørt kærast kann til Føroya Kærustovn í einum lestrarstuðulsmáli ella annað hesum viðvíkjandi, so kanst tú seta teg í samband við Føroya Kærustovn, ið fegin vegleiðir og svarar fyrispurningum.

Lógargrundarlag

Reglurnar um kæru av avgerðum um lestrarstuðul eru ásettar í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021

Reglurnar fyri virkseminum hjá Føroya Kærustovni eru ásettar í løgtingslóg nr. 147 frá 25. november 2021 um Føroya Kærustovn og í kunngerð nr. 161 frá 14. desember 2021 um starvsskipan fyri Føroya Kærustovn

Føroya Kærustovnur

Í lestrarstuðulsmálum verður Føroya Kærustovnur vanliga settur við stjóranum og tveimum løgfrøðingum. Føroya Kærustovnur kann leita sær ráðgeving frá serkønum persóni í sambandi við fyrireikanina av málinum. Harumframt er eisini møguleiki fyri at Føroya Kærustovnur verður settur við luttøku av serkønum persóni ella persónum.

Serkøn ráðgeving í lestrarstuðulsmálum verður vanliga veitt av persóni við royndum sum lestrarvegleiðari.  

Samband

Kærur til Føroya Kærustovn skulu sendast til:

Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo