17.02.2023

Ársfrágreiðingin fyri 2022 er nú løgd á heimasíðuna

Ársfrágreiðingin hjá Kærustovninum fyri 2022 er nú at síggja á heimasíðuni. 

Heilt stutt kann sigast, at komið er hálvan veg við umskipanini av Kærustovninum og  at nýggja skipanin verður mett at roynast væl, eins og skipanin við serkønum hevur verið væleydnað.

Greitt er tó, at tørvurin á løgfrøðiligari orku inni á stovninum er størri enn eftir gomlu skipanini, nú fleiri løgfrøðingar enn áður skulu seta seg inn í fleiri mál. Hetta er tó ikki óvæntað.  

Miðal viðgerðartíðirnar eru góðar hetta árið og eru eisini styttar á fleiri økjum í mun til undanfarna ár. Tær liggja millum 5 dagar og 5½ mánaða.

Ársfrágreiðingin í síni heild kann lesast her.