21.10.2021

Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn

Vit sóknast eftir løgfrøðingi til tíðaravmarkað starv í eitt ár fyri løgfrøðing í barnsburðarfarloyvi. Setanin er frá 1. januar 2022 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá átta kærunevndum, umframt Høvuðsbarnaverndarnevndini, Tvingsilsnevndini  og Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsøki er breitt, so møguleiki verður fyri at royna seg á ymsum økjum.

Um teg

  • Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur.

  • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni.

  • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.

  • Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.

  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagirnir eru dugnaligir.

  • Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.

  • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum.

  • Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

Meiri at vita

Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585.

Umsóknir

Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til

Føroya Kærustovn

Postrúm 45

110 Tórshavn

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi  11. november 2021. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo