16.05.2023

Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn

Í sambandi við broytt virksemi á Føroya Kærustovni, hava vit tørv á at styrkja um løgfrøðiliga hópin á stovninum og tí sóknast vit eftir løgfrøðingi at byrja 1. august 2023 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum

Arbeiði á Kærustovninum fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum. Føroya Kærustovnur er í eini broytingartíð og er nú bæði avgerðarmyndugleiki innan ávís kæruøki og skrivstova hjá Psykiatrisku Sjúklingakærunevndini, Høvuðsbarnaverndarnevndini og Tvingsilsnevndini.

Arbeiðsuppgávur

Arbeiðsøki er breitt, so møguleiki verður fyri at royna seg á ymsum økjum.

Um teg

  • Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur.
  • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni.
  • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur.
  • Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu.

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv.
  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagirnir eru dugnaligir.
  • Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.
  • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum.
  • Eitt arbeiðspláss, har trivnaður verður raðfestur sera høgt.
  • Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya.

Meiri at vita

Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585.

Umsóknir

Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til

Føroya Kærustovn

Postrúm 45

110 Tórshavn

og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 2. juni 2023. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo

Um stovnin

Føroya Kærustovnur er óheftur stovnur undir Løgmálaráðnum og tekur avgerð um kærur í almanna-, familju- og heilsumálum, skatta- og avgjaldsmálum, lestrarstuðulsmálum, lendismálum, vinnumálum, barsilskipanarmálum og arbeiðsloysisskipanarmálum. Kærustovnurin tekur eisini avgerð í málum um skuldarumskipan og fyrireikar harumframt mál til Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina, Høvuðsbarnaverndarnevndina og Tvingsilsnevndina. Á stovninum starvast í løtuni trettan fólk, stjórin, níggju løgfrøðingar og trý skrivstovufólk.