Skuldarumskipanarnevndin

Skuldarumskipanarnevndin hevur heimild at umskipa skuld, ið persónar hava til landskassan. Tað eru bert privatpersónar, ið kunnu søkja Skuldarumskipanarnevndina um skuldarumskipan. Hetta merkir, at smápartafeløg, partafeløg og líknandi ikki kunnu søkja Skuldarumskipanarnevndina um skuldarumskipan. Í høvuðsheitum verða somu atlit tikin, sum tá Skiftirætturin tekur støðu til skuldarumskipan eftir konkurslógini. Soleiðis skal skuldarin t.d. prógva, at tað ikki ber til at lúka skyldurnar til landskassan, og at hetta eiheldur fer at bera til næstu árini. Munandi misjavni skal vera staðfestur millum gjaldsevnini hjá skuldaranum og skuldina til tað almenna. Skuldarumskipanin eftir hesi lóg skal vera avgjørt seinasti møguleikin at loysa skuldartrupulleikarnar við landskassan. Skuldarumskipanarnevndin kann heilt ella lutvíst eftirgeva ella umskipa skuldina. Lýkur umsøkjarin ikki treytirnar fyri umskipan, kann talan vera um at veita gjaldskáa.


Tað er bert niðanfyri nevnda skuld, ið Skuldarumskipanarnevndin kann umskipa:

  • Landsskattur og AM-gjald
  • Meirvirðisgjald
  • Tollur
  • Lønarhæddaravgjald
  • Framleiðslugjald
  • Vinnulán og veðhald givin av Føroya Landsstýri
  • Lestrarlán frá Studna
  • Rentuskuld og skuld frá øðrum útreiðslum, ið eru knýttar at høvuðsskuldini


Viðkomandi viðurskifti 

Umsókn til Skuldarumskipanarnevndina um umskipan av skuld skal latast á oyðublaði, ið kann heintast her á síðuni. Týdningarmikið er, at Skuldarumskipanarnevndin hevur allar viðkomandi upplýsingar og viðkomandi skjøl til tess at viðgera umsóknina. Vegleiðing um umsóknarblað, upplýsingar og skjøl kann eisini heintast her á síðuni.


Lógargrundarlag

Reglurnar um Skuldarumskipanarnevndina eru ásettar í løgtingslóg nr. 29 frá 8. apríl 2005 um umskipan av landsskatta-, mvg.- og tollskuld v.m.


Nevndin

Í Skuldarumskipanarnevndini eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni:

  • Jógvan Páll Lassen, advokatur og formaður í nevndini
  • Jógvan Emil Nielsen, næstformaður
  • Nella Festirstein, løgfrøðingur

Varalimir eru:

  • Súsanna Leo, løgfrøðingur
  • Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur
  • Ulla Joensen, cand merc.

Valskeiðið hjá nevndini er 17.5.2017 til 16.5.2021 


Samband

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Umsókn um umskipan av skuld skal tí sendast til:

Skuldarumskipanarnevndin
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo

  • Umsóknarblað
    Umsóknarblað